Núverandi samgonga hevur lagt eina fíggjarætlan fyri komandi ár og vit taka fulla ábyrgd av hesi fíggjarætlan.
Undir fíggjarætlanararbeiðnum var nógv umrøtt, hvussu vit skuldu klára at koma ígjøgnum árið 2022. Vit staðfestu, at nógv virksemi var í gongd og skilabest var at halda lív í øllum tí, sum verður gjørt í kommununi.
Hvør hevur skildina av hesum haldi eg ikki tanir nøkrum endamálið. Í samrøðu við útvarpið fríggjadagin, nevndi eg ongantíð undanfarnu samgongu ella Jógvan Skorheim, men at útvarpið so leggur okkum undir at geva honum, skyldina fyri støðuna, má standa fyri útvarpsins rokning.
Alt Føroya fólk veit, at tað hendir nógv í Klaksvík og tað kemur ikki óvart á nakran, at alt virksemi kostar.
Vit í núverandi samgongu ætla okkum ikki at sita hendir í favn, men royna av øllum alvi at halda áfram at føra kommununa fram í fremstu røð.
Karl Johansen
Borgmeistari
á Facebook 21-11-2021
Hoyr tíðindini, klikk her. “Klaksvíkar Kommuna verður fíggjarliga skerd næstu árini”.
https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/11/19/klaksvkar-kommuna-verur-fggjarliga-skerd-nstu-rini