Vit byrja kl. 14.30 Bergur Jacobsen. Fyrverandi prestur í Føroysku kirkjuni í Kbh. heldur røðu.
Ca. kl. 15.00 Verður kappróður Heini Davidsen er frásøgumaður.
Umkring kl. 17.00 verður steypahandan.
Kl. 18.00 er Døguverði knettir við tilbehoyr.
Tá døguverðin er etin spælir mpeg 4 til dans. Hetta er ein bólkur úr Dianalund sum er mannaður við føroyingum. Eisini verður fari upp á gólv, og harmonikan verður eisini frammi. Tað verða brøðurnir Tórur og Jóanes úr Dali sum standa fyri hesum.
Í meðan kappróðurin verður, selja vit Øl frá Okkara. Og sjálvndi heimbaka føroyskt rugbreyð, við føroyskum viðskera. Og sjálvandi til rímiligar prísir.
Sjálvandi einki føroyskt tiltak í DK uttan køku og kaffi. Pylsur og breyð..
ì millum róðranar verður undirhald. Pauli Knudsen hevur guittaran frammi, man ikki onkur føroyskur sangur verða at hoyra á Sorø sjógvi. Eisini fara Tóri og Jóanes at undurhalda.
Bestu heilsanir
Føroyskt Felag á Vestursælandi