Tey, ið vilja lata seg kanna á Tvøroyri, í Klaksvík og í Havn, skulu bíleggja eina tíð, áðrenn tey fara í bíðirøð.
Til ber at bíleggja tíð til koronukanning her á síðuni. Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst kanningarstað og so eina tøka tíð í upplatingartíðini. Minst til at hava bíleggingarkvittanina við tær. Møtið stundisliga.
Hevur tú trupulleikar við at bíleggja tíð á heimasíðuni, ber eisini til at ringja á 30 45 45 og bíleggja. Telefonin svarar mánadag - fríggjadag kl. 14 - 16.
Eystara bryggja í Havn:
Mánadag kl. 17-19
Týsdag kl. 20-22
Mikudag kl. 17-19
Hósdag kl. 17-19
Fríggjadag kl. 19.30-21.30
Leygardag kl. 16.30-18.30
Faktorsvegi í Klaksvík:
Mánadag kl. 8-12
Mikudag kl. 8-12
Fríggjadag kl. 8-12
Trongisvági við Skúlan
Mánadag kl. 8-10
Mikudag 8-10
Fríggjadag 9-12
Sjúkrahúsverk Føroya fylgir neyvt við støðuni, og verður tørvurin brádliga størri vegna eitt nýtt smittuútbrot, so verða neyðugar tillagingar gjørdar.
Til ber at bíleggja tíð til koronukanning her á síðuni.
Heilsumálaráðið