Fiskimálaráðið var av Høgna Hoydal og Kringvarpinum sett á ákærubonkin tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru í Løgtinginum á Mikkjalsmessu, og hóast “rættarviðgerð” hevur verið í Kringvarpinum síðan tá, er tann ákærdi enn ikki sloppin til orðanna.
Tað er ikki longur neyðugt at hava eftirlitsfunktiónirnar hjá Løgtinginum, Landsstýrismálanevnd og Løgtingsins Umboðsmann, at hava eftirlit við landsstýrinum, tí tann uppgávan er nú løgd til Høgna Hoydal og Tjóðveldi í Kringvarpinum.
Har er rættarskipanin ein onnur, enn tann sum vit eru von við. Har skal tann ákærdi prógva at hann er ósekur.
Tá kanningarstjórar hava verið settir, er tað tí at Landsstýrismálanevndin ella Løgtingsins Umboðsmaður hava víst á óreglusemi í fyrisitingini. Hettar er, eftir øllum at døma, ikki neyðugt longur.
At Høgni Hoydal í sínum politiska hjálparloysi, saman við Tjóðveldi í Kringvarpinum, reisa misálit á alla skipanina, er kanska skiljandi, tey duga ikki til annað, men at fleiri enn tey í Tjóðveldi taka undir við, at “misálitið”, eisini skal umfata Landsstýrismálanevndina og Løgtingsins Umboðsmann, er áhugavert.
Fær Høgni Hoydal sín vilja, er tað fyrstu ferð, at kanningarstjóri verður settur at kanna leysar pástandir.
Jacob Vestergaard
Fólkaflokkurin