Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði avgjørt at hátíðarhalda dagin í fjarstøðu við at stroyma frá tiltakinum, sum var í Smæruni.
Les alla røðuna niðanfyri
_________
Góðu sjúkrarøktarfrøðingar!
Tað er mær ein gleði at verða boðin higar og bera tykkum føroysku sjúkrarøktarfrøðingum eina heilsu á altjóða sjúkrarøktarfrøðidegnum í dag, hin 12. mai.
Við góðum treysti fóru vit inn í árið 2020. Einki vistu vit um ta fjaldu dagsskránna, ið árið hevði at bjóða. Hendan heimsumfevnandi sóttin, sum legði alt lamið, eisini tykkara stóra altjóða sjúkrarøktarfrøðidag, sum tit høvdu ætlan at seta dám á. Umframt henda merkisdag, eru fleiri aðrir merkisdagar í 2020, sum nemur við tykkara yrki, sum eg eisini fari at nevna.
Sum eg havi skilt, so hava tit í langa tíð frammanundan lagt stórt arbeiði í at fyrireika dagin. Ætlanin var at forma dagin sum ein temadag; at varpa ljós á yrkið og at vísa á týdningin, sum sjúkrarøktarfrøðin hevur havt í altjóða samfeløgum eins og her heima hjá okkum. Eisini skuldi ljós verða varpað á móðurina at sjúkrafrøðirøktina, Florence Nightengale, sum júst henda 12. mai fyri 200 árum síðani varð borin í heim í Englandi.
Hetta skuldi ikki verða, sum ætlað. Herviliga umfarsjúkan Corona COVID-19 forðaði fyri hesum. Samfelagið varð vent á høvdið eftir fáum døgum, og heilsumyndugleikarnir komu við fleiri tilmælum, m.a. varð mælt til, at fólk ikki skuldu møtast í bólkum vegna vandan fyri smittu.
Tit, ið mynda Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, eru ongantíð ráðaleysar, og fóru tí at arbeiða við aðrari alternativari loysn fyri at seta dám á dagin. Avgjørt varð síðani, at tiltakið skuldi verða stroymað úr Smæruni. Á henda hátt hava tit tryggjað, at limirnir í felagnum kunna fylgja við á netinum, samstundis sum almennu tilmælini um frástøðu verða fylgd. Tað harmar meg, at hesin stóri dagur ikki kundi verða, sum tit høvdu væntað.
Sum longu nevnt, so er dagurin 12. mai eisini dagurin, har vit heiðra 200 ára dagin hjá Florence Nightingale, sum byrjaði við sjúkrarøktini. Fleiri hava sæð filmin: ‘The Lady with the Lamp’, sum varð gjørdur um arbeiðið hjá Florence Nightingale, sum um náttina gekk millum teir særdu hermenninar við lykt í hondini og ansaði og røktaði teir særdu herðmenninar. Florence var langt frammanfyri sína tíð og sá tørvin av røkt millum sjúk og særd. Hon sá, at røkt og umsorgan var vegurin fyri leking og bata.
Nightingale setti á stovn sjúkrarøktarfrøðiskúlan St. Thomas’ hospital í London. Hetta var fyrsti skúli á verðinsplani av sínum slagi og er enn partur av King’s College í London. Tá tilfar ikki fanst um sjúkrarøkt, skrivaði hon sjálv nógv tilfar til undirvising og kunning, har eisini nógv varð skrivað soleiðis, at tað vanliga fólkið kundi skilja týdningin av hesum.
Florence Nightingale var fødd 12. mai 1820 og doyði í august 1910. Henda megnar kvinna, sum hevði ofrað sítt lív fyri røktina og lært onnur um hetta týdningarmikla yrki, bleiv heili 90 ár.
Ein annar merkisdagur at minnast er tað norðurlendska samstarvið. Tann 8. septemer í ár eru 100 ár liðin, síðan ein samstarvsavtala varð undirskrivað millum sjúkrarøktarfrøðingafeløg í Norðanlondum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fekk aktivan limaskap í 1998.
2020 er eisini árið, sum heimsheilsustovnurin WHO hevur útnevnt at verða árið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og ljósmøðrum. WHO ynskir at varpa ljós á týdningin av hesum arbeiðinum kring allan heimin fyri heilsustøðuna hjá øllum heimsins borgarum.
Sambært WHO eru í dag 19,3 milliónir sjúkrarøktarfrøðingar í verðini. Fyri at nøkta tørvin av sjúkrarøktarfrøðingum, tørva vit enn 5,9 milliónir sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta varð staðfest í 2018.
Sjúkrarøktarfrøði-útbúgvingin er støðugt ment gjøgnum árini. Lógin um nýggja bachelorútbúgving í sjúkrarøktarfrøði varð samtykt í 2003. Fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir - eftir nýggju útbúgvingini - vórðu útbúnir í 2007. Føroyar hava saman við Íslandi hægstu grundútbúgving innan sjúkrarøktarfrøði í Norðanlondum. Hetta er at gleðast um.
Hinvegin hava, eins og á verðinsplani, verið ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum. Í oktober 2018 var ein amerikanskur professari, Jack Needleman og vitjaði í Føroyum. Hetta var í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum.
Í framløguni vísti Needleman á drúgva gransking, sum samanber, hvør ávirkanin kann verða, tá ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar eru í mun til, tá nøktandi tal av sjúkrarøktarfrøðingum eru. Á deildum, har ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða, kunna mistøk verða gjørd, sum kunna hava við sær óhepnar støður.
Tykkara partur liggur ikki eftir, tá talan er um røktina. Røktin er tykkara serfrøði, og eingin annar heilsustarvsbólkur kann einsamallur fylla tykkara skógvar.
At seta orð a týdningin av sjúkrarøkt og umsorgan er trupult, men vit vita, at fær sjúklingurin røttu umsorganina og røktina, kemur hann skjótari fyri seg og kann fara aftur til arbeiðis. Hetta vísir, at viðgerð og røkt hanga tætt saman, og serfrøðin er á høgum støði innan bæði økini.
Í hesi koronatíð, nú sjúkrahús og røktarheim hava latið aftur fyri øllum vitjanum sambært tilmælum frá heilsumyndugleikunum, standa tit sjúkrarøktarfrøðingar mitt í brennideplinum, har størsti smittuvandin er. Tit eru til arbeiðis bæði dag og nátt, har tit taka tykkum av sjúklingum, bæði teimum, sum verða sjúk av corona og av øðrum sjúkum.
Tá koronahóttanin kom til Føroyar, vóru tit beinanvegin til reiðar at taka tørn og hjálpa, hóast hetta kom at kosta tykkara privatlív. Fyri ikki at taka smittu við inn á sjúkrahúsini og heimini, hava tit verið noyddar at avskerma tykkara privata lív og hildið tykkum mest fyri tykkum sjálvar í frítíðini. Hetta hava tit klára fyrimyndarliga, eingin smitta er komin inn á sjúkrahúsini ella heimini, men eg veit, at tit hava goldið við tykkara vanligu frítíð og ikki kunnað sæð familju og vinir alla hesa tíðina.
At enda fari eg at ynskja til lukku við degnum og takka tykkum fyri stóra átakið, nú korona hevur sett dagskránna, og landið mestsum hevur verið í undantaksstøðu.
Heilsumálaráðið