Teir eru kendir fyri at fáa áhoyrarnar við, tá teir spæla sínar mongu slagarar, so sum ‘Eg vil út’, ‘Besti vinur mín’, ‘Ung og føgur’ og ‘Ytsti Arni’. Eisini fara teir at spæla onkur løg frá Sørvings og nakað av nýggjum verður eisini hesaferð.
Fyri 3 árum síðan vóru teir seinast á palli á Country- og Bluesfestivalinum. Dungasandur dandaði, har áhoyrarnir sungu, klappaðu og dansaðu við til teirra tónleik.
Umframt teir báðar, Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum, telur orkestri Holgar Jacobsen, guitar, John Edvin Joensen, bass, Severin Niclasen, klaver, Finnur Joen-Jacobsen, trummur og Ásvør Vest Niclasen, saxofon.