Ímillum annað, so er tað eisini komið framm í rættinum, at málið hevur tikið ógvuliga dygt uppá Jørgen Niclasen og hansara familju - tá KVF á sinni nærum onki annað hevði at boða frá - uttan at tað varð um tollmálið hjá Jørgen, sum hendi fyri góðum 25 árum síðani.
Eisini hevur hetta drúgva málið skaða politiska leikvøllin hjá Jørgen Niclasen - og umframt at skaði er gjørdur inn á umdømið hjá Jørgen Niclasen, so hevur stýrið hjá KVF enn makt til, at folda søguna soleiðis, sum tey nú einaferð hava hug at folda hana til.
Les greinina Persónlig forfylging av Jørgen sum vit høvdu í Norðoya Portali - eftir at KVF bleiv við at gera sendingar um Jørgen Niclasen.
Eisini bleiv víst á í Rættinum - hvussu stóra makt KVF hevur og hvussu teir kunna oyðileggja umdømið hjá einum persóni, um tey hava hug til tess. Við dramtiskum tónleiki og skýra Jørgen til eina "joke" í Tollmálinum hjá KVF - so kann næstan ein & hvør gera eina sending, sum ein sjálvur ynskir at hyggjarin skal síggja sendingina. Men um eina viku, so er marran hjá Jørgen Niclasen & hansara familju av í hesum førið - og KVF hevur funnið sær ein annan syndabukk at fara eftir nú - nevniliga Jacob Vestergaard.
Spurningurin er so - um vit skula hava eitt slíkt sjónvarp, sum persónliga fer eftir fólkum ?!? Er KVF ikki farið ov vítt ?!? Hvat gott fáa vit burturúr sendingum, sum sjálvur avgera, hvat rættvísi í Føroyum er ?!? Ella er KVF blivi til eina makt, sum kann døma onnur - uttan at blíva dømd sjálvi ?!? Vit vóna tað ikki ..!
JáH (y) 19.02.2015