NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jonhard: - Her er gott samband millum kirkju og missiónshús

9/10/2021

Comments

 
Picture​Mynd: - Vanligar sunnudagar prædiki eg sjálvur í kirkjunum í prestagjaldinum. Men sunnukvøld fái eg sjálvur høvi til at fáa áfylling í missiónshúsinum. Hetta er avgjørt nakað, sum eg havi brúk fyri, sigur Jonhard Jógvansson, prestur, (uttast vinstrumegin), og sum her hevur verið til eitt tiltak í missiónshúsinum Karmel á Eiði.
​




”Fólk gleddust um, at vit sum missiónsrørsla framvegis standa við fólkakirkjuni í kalli og tænastu”.

Orð: Snorri Brend/Myndir: trubodin.fo

KIRKJA/MISSIÓN: Hesi orðini eru tikin úr eini frásøgn í Trúboðanum, tá limir frá teimum lokalu stýrunum í missións- og meinigheitshúsum kring oyggjarnar hittust til fund við høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini.

Í ár var hesin fundurin hildin fyrst í september mánaði í missiónshúsinum Tabor á Toftum, har eini 40 fólk vóru møtt.

Hesa ferð var sjóneykan sett á relatiónir og samstarv, og var fyrsti partur um relatiónirnar millum missiónsfólkið og fólkakirkjuna.

Á fundinum hevði Símun Persson Jacobsen eina framløgu um hetta evnið, og eftir tað var møguleiki fyri práti og spurningum. Símun er sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi í Eysturoynni, og er eisini formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum.

Trúboðin, sum er málgagn hjá Heimamissiónini staðfestir tað góða samstarvið millum kirkjuna og missiónina – eitt samstarv, sum ein ikki sær alla staðni í grannalondum okkara.

- Tað er eingin ivi um, at her á Eiði eru nógvir træðrir, sum binda kirkju og missiónshús saman, slær presturin í Eiðis prestagjaldi, Jonhard Jógvansson fast.

SLIT SÆST
Hyggur tú eftir teim ymisku missiónshúsunum og meinigheitshúsunum kring landið sæst, at í øllum førum tveimum teirra er ein prestur formaður í stýrinum. Yvirlitið vísir, at aðrastaðni er eisini prestur álitispersónur fyri missiónsarbeiðið.

Í missiónshúsinum á Sandi er sóknarpresturin Havstein Klein formaður, og í missiónshúsinum Karmel á Eiði er sóknarpresturin Jonhard Jógvansson formaður.

Og her hava tey stórar ætlanir um ymiskt viðlíkahald í missiónshúsinum – ætlanir, sum tørvur hevur verið á leingi.

Tíðin gongur skjótt, og í ár eru skjótt 87 ár liðin, síðani at pastor Buhl-Nielsen vígdi Missiónshúsið Karmel á Eiði. Tey, sum nú sita í stýrinum fyri húsið duga nú at síggja, at slit so smátt er farið at síggjast.

- Men tað verður vónandi broytt nú, sigur Jonhard Jógvansson, prestur.

Hetta segði hann í samband við Marknaðardagin á Eiði fyri góðum mánaði síðani. Endamálið var her at savna pening inn til at umvæla missiónshúsið.

– Okkum tørvar fyrst og fremst pening til at bjálva og klæða húsini. Sum nú er, er tað eitt sindur dýrt hjá okkum at hita húsini, vísir prestur á.

TILKNÝTI
Ein partur av hesum samstarvinum millum kirkju og missión á Eiði hoyrist og sæst hvønn einasta sunnudag.

Eins og aðrastaðni verður lýst í kirkjuni, hvør ið kemur at tala á møtinum um kvøldið. Og er tað so, at boðið verður til ein drekkamunn eftir gudstænastuna, so gongur tað ofta fyri seg í Karmel.

- Eg kann somuleiðis nevna, at sunnudagsskúli er í missiónshúsinum hvønn sunnudag klokkan 12, tá gudstænasta er. Og tá undirvísingin fyri konfirmantum er á skránni, verður henda gjørd annaðhvørt ár júst í Karmel.

- Her á Eiði er tað somuleiðis tann skipanin, at prestur er formaður í Karmel. Hetta skapar í sjálvum sær eitt ávíst tilknýti millum kirkjuna og missiónshúsið, staðfestir Jonhard, tá heimasíðan hjá Fólkakirkjuni spyr nærri um hetta samband.

- Vanligar sunnudagar prædiki eg sjálvur í kirkjunum í prestagjaldinum. Men sunnukvøld fái eg sjálvur høvi til at fáa áfylling í missiónshúsinum. Hetta er avgjørt nakað, sum eg havi brúk fyri.

Eitt annað tiltak er lærusveinaskúlin, nevndur PODAS, sum er bygdur á læruna hjá Fólkakirkjuni. Hesin lærusveinaskúlin byrjar 20. oktober og verður hildin í Karmel.

- Alt í alt hugsi eg, at tað eru nógvir træðrir, sum binda kirkju og missiónshús saman her á Eiði, slær Jonhard Jógvansson fast.

AMBITIØS VERKÆTLAN
Jonhard Jógvansson greiðir frá, at vanliga eru tey eini 10 fólk, sum koma fast til møtini sunnukvøld.

– Og so hava vit ein góðan sunnudagsskúla, har tað koma umleið 30 børn.

Men vónin er, at tað framyvir skal verða meira virksemi í Karmel. Millum annað kundi presturin hugsað sær at byrja ein bíbliubólk.

- Í ár skulu vit eisini fyri fyrstu ferð í nógv ár hava missiónsviku í missiónshúsinum. Tað verður í døgunum 18. til 21. november, sigur Jonhard Jógvansson.

Og hann leggur aftrat, at missión er nakað, sum vit eru saman um. Tað er kortini framvegis ein langur vegur á mál. Hetta er ein ambitiøs verkætlan, sum ein lítil bólkur í missiónshúsinum hevur sett í gongd.

- Men tey eru tíbetur ikki einsamøll, tí missión er nakað, sum vit eru saman um. Og munnu tað ikki verða fleiri runt í Føroyum, sum hava eitt hjarta fyri Karmel og eisini framyvir ynskja at boða gleðiboðskapin út til øll á Eiði?

- Tað er tørvur á forbøn. Tað er tørvur á pengum. Og kanska verða tað eisini nøkur, sum vilja búseta seg her í vøkru bygdini, tí tey hava eitt kall frá Gudi um at gerast partur av arbeiðnum í Karmel, leggur prestur dent á.

Fólkakirkjan

Picture
Børnunum dáma væl at koma í sunnudagsskúla í Karmel, samstundis sum gudstænasta er í Eiðis kirkju, sum liggur beint við missiónshúsið.
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.