Endiliga - ídag, kemur jólaskipið. Jólamenninir hava latið frætta frá sær, teir eru sera spentir at síggja øll børn í Klaksvík og í Leirvík.
Vit vera klokkan 17.00 á Leirvík og klokkan 18.00 á Klaksvík. Á Klaksvík verður lagt at úti í Klaksvík, har hugnaløta verður og heiðurslønin Ársins Rósa verður latin einum borgara í Klaksvík.
Stórt tiltak er eisini á Biskupstorgi fyrr um dagin, tað endar um kl. 17 og so er at fara út í Klaksvík at taka ímóti jólamonnunum.