Soleiðis greiddi Karl Johansen, borgarstjóri, frá, tá ið hann ein dag í vikuni hevði verið til koronukanning.
- Tá ið eg kom út á kaiøkið og sá tvær kaldar damur og eitt papp jólatræ, tá hugsaði eg, at hetta eiga vit at gera okkurt við. Eg hugsaði beinavegin, at tað er nemt nokk at skifta jólatræið út, so tað fingu vit skjótt avgreitt.
Saman við heitum kakao og jólaposum við onkrum leskiligum í til óføru starvsfólkini, fekk borgarstjórin seinnapartin í dag takka teimum fyri teirra stóra arbeiði.
Klaksvíkar Kommuna