Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, vil einki siga um fráfaringaravtaluna, - Tað er millum okkum og Johnny í Grótinum, sigur Rúni Heinesen.
Til nýggjur stjóri er settur, hevur Kringvarpsstýrið heitt á Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, um at røkja stjórastarvið (Kelda: Sigrún H. Brend/KVF).
Sosialurin hevur skrivað fleiri greinar um, at tað er Johnny í Grótinum, sum hevur skrivað tvær greinar til VP og skula greinarnar snúgva seg um uppsøgnargrundina hjá Liljuni Weihe (Les grein úr Sosialinum HER). Og tað er heldur ongin loyna - at tað hevur verið stórur klandur ímillum Johnny í Grótinum og Liljan Weihe og tað er neyvan eitt mál, sum liðugt er skrivað um - fyri tað um Johnny er sagdur úr starvi.
Spurningurin er so - um trúvirði hjá KVF hevur fingið skaða av hesum og um politisku mynduleikarnir ætlar at gera nakað við, at slíkar støður sum hesar - IKKI henda aftur. Tað verður í øllum áhugavert at fylgja við - hvat fyri útspæl Johnny í Grótinum kemur við - eftir allar hesar ákoyringar.
JáH (y) 15.06.2018