Heldur tú, at tað varð ov nógv uttanumtos av panelinum í kvøld, Jógvan Skorheim ..?
- Ja, eg haldi tað, at tað bar øgiliga nógv brá av uttanumtos og eisini tað, at man í nøkrum førum niðurgjørdi teir spurningarnir, sum komu.
Hetta er also fólk, sum virka í vinnuni og vita hvat tey snakka um. Og man roynir at sláa tað upp í glans við at siga, at tað passar ikki. Eg haldi tað í nógvum førum, so blivu spurningarnir slett ikki svaraðir og tað haldi eg vera ómetiliga óheppi, tá ið tað er ein so týðandi vinna fyri okkara samfelag.
Hvat hevði tú ynskt - varð gjørt øðrvísi ..?
- Eg haldi heilt sikkurt, at alla henda prosessin við fiskivinnu-lóggávuni er byrja skeivt. Tað at Landsstýrismaðurin setti ein so avmarkaðan setning - fyri at finna útav einari fiskivinnu-lóggávu varð eitt problem. Og tað at nevndin ikki slapp at arbeiða við egnum forútsetningum og gera tí bestu lóggávuna, sum yvirhøvur kundi koma - er eitt problem. Og so tað, at hon bleiv jongulera við menningarkvotum og øðrum - hevur gjørt tað, at fiskivinnulóggávan ikki kemur at rigga, sum hon burdi kunna gjørt - fyri at økja um virðið í samfelaginum.
JáH (y) 16.08.2018