NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jógvan er í kirkju hvønn einasta sunnudag

16/8/2022

Comments

 
PictureEitt av teimum trúføstu kirkjufólkunum í Kunoy er 83 ára gamli Jógvan Heinesen. - Mær dámar væl at koma í okkara kirkju, sigur hann.
Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

KUNOY: Hetta er ein vanligur sunnudagur í Kunoy mitt í juli mánaði. Veðrið er av tí fræga í summar, men tað forðar kortini ikki fólki í at leita sær í kirkjuna.

Mangastaðni er tað so, at tað er minni av fólki í kirkju um summarið enn í vetrarhálvuni. Men tað eru í roynd og veru væl fleiri fólk í kirkju her, henda 5. sunnudagin eftir Tríeindardag, enn ein kundi væntað.

Henda sunnudagin er tað Hanus á Gørðum, prestur sum hevur gudstænastuna, har altargongd eisini er á skránni.

Millum kirkjufólkið er Jógvan Heinesen, sum enn einaferð hevði leitað sær eftir kirkjugøtuni klokkan 11 henda sunnumorgunin.

Jógvan hevur onkutíð avloyst sum klokkari, men í dag er Jógvan vanligt kirkjufólk.

- Hetta er ein sera hugnalig kirkja. Jú, mær dámar sera væl at ganga í kirkju her, slær hann fast.

Eitt annað, ið vert er at nevna í hesum sambandi, er, at so tíðliga sum í 1911 var gudstænasta hildin í Kunoyar kirkju, har lestur og alt var á føroyskum máli.

Tað sigur heldur ikki so lítið, at kirkjuklokkan longu í 1906 fekk innskrift á góðum føroyskum máli, eftir at hon var brotnað, og gjørd aftur í Keypmannahavn sama árið. Teksturin er:

Boð skal eg bera øld eftir øld
ímillum Drottin og mannafjøld

FASTAN SESS

Vitjar tú eina av teimum smærru bygdarkirkjunum, er helst ikki ofta, at tú ikki fært sitipláss.

Men eitt annað er, at í mongum bygdum er tað so, at tá ein er til gudstænastu, setir ein seg í tann beinkin, stólin ella sessin, har forfedrarnir altíð hava sitið.

Í onkrum kirkjum var tað enntá soleiðis frá gamlari tíð, at ein kundi navngeva ta einstøku familjuna og tann sessin, sum hon ”átti” niðri í kirkjuni.

Men so eru tað eisini tey, sum eiga sín fasta sess uppi á loftinum, ofta beint við har organisturin situr og spælir.

Soleiðis er eisini her í Kunoyar kirkju, har 83 ára gamli Jógvan Heinesen er fastur maður uppi við orglið.

- Ja, hetta er mítt fasta pláss. Og soleiðis hevur tað altíð verið, greiðir hann frá.

SEINASTA ØRINDI
Í mongum av stóru og smærri kirkjum okkara hevur organisturin skipað so fyri, at føst fólk standa uppi við orglið og syngja fyri. Soleiðis er eisini her í einari av smærru bygdarkirkjunum.

Tá urguleikarin setir seg við orglið, so veit hann líka vist sum amen í kirkjuni, at við hansara vinstru lið situr Jógvan á sínum sessi og syngur.

- Jú, mær dámar væl at syngja sálmar. Ókey, eg eri ikki nakar stórur sangari, men eg royni tó at stuðla sálmasanginum í kirkjuni, greiðir Jógvan frá. - Annars haldi eg, at tað var sera góður sálmasangur undir gudstænastuni dag.

Ein av hansara ”uppgávum” í so máta er at fylgja við tí einstaka sálminum.

- Og so sigi eg eisini organistinum frá, tá vit nærkast endanum av seinasta ørindinum í sálminum, vísir hann á.

Hetta hevur nógv at siga fyri organistin, sum eina løtu lættliga kann missa eitt ørindi burtur, meðan hann spælir ein sálm. Tá er gott at hava ein við sína lið, sum kann fylgja við og siga frá.

- Jú, eg havi skilt, at hetta dámar teimum væl.

OKKURT MANGLAR
Ofta verður tosað um tey trúføstu kirkjufólkini, sum sunnudag eftir sunnudag, og ár eftir ár, leita sær í staðbundnu kirkjuna til gudstænastu.

Fyri hesi er tað, um ein kann siga tað so, heilt natúrligt at leita sær í kirkju ella samkomuhús, tá sunnudagur er.

Hetta sama ger seg galdandi hjá Jógvani, sum aftur var farin til gudstænastu, tá umboð fyri fólkakirkjuna vitjaði í Kunoy.

- Ja, eg eri hvønn einasta sunnudag í kirkju. Tað er fast hjá mær.

- Hjá mær er tað so, at um eg ikki havi verið í kirkju ein sunnudag, so er tað líkasum at okkurt manglar, sigur Jógvan og brosar.

Og hann leggur aftrat:

- Eg veit ikki, - eg eri onkursvegna vorðin bundin av hesum at koma í kirkju og hoyra Guds orð.

Fólkakirkjan

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.