Hetta verður eitt kvøld við altíð vælupplagda, og fantastiska vælsyngjandi Jens Marna Hansen v/bólki. Møguleiki verður fyri at hoyra góðan live tónleik, at dansa til beinini ikki orka meira, at fáa nógv góð prát, og sjálvandi eisini at fáa eina føroyska kalda úr barrini. Barrin serverar alt frá thé/kaffi til tað heilt sterka. Viðmerkjast skal tó, at við keyp av øl, vín ella sterkum er neyðugt at verða limur í Føroyingafelagnum í Aarhus. Hetta kann gerast á staðnum og kostar 100 kr árliga ella 25 kr fyri eitt kvøld.
Tiltakið kostar 100 kr fyri limir og 150 kr fyri ikki limir.
Adressan er Hermodsvej 3A, Åbyhøj.
Tiltakið byrjar kl 22.00 og endar kl 04.00.
Vónandi taka nýflytararnir og "gomlu" føroyingar í býnum væl ímóti tiltakinum. Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Vinarliga,
Nevndin í Føroyingafelagnum í Aarhus
Her myndir frá Summarfestivalinum 2015
SáH