Teir umrøddu kríggið í Ukraina og álvarsomu avleiðingarnar fyri trygdina í Evropa. Sendiharrin vísti á, at Ukraina hevur stóran tørv á hjálp og stuðli til tess at standa ímóti russisku innrásini.
Landsstýrismaðurin er í Malmø í sambandi við, at Norðurlandaráðið skipaði fyri orðaskifti um støðuna í Ukraina. Í røðu síni legði Jenis av Rana dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at Norðurlond – og restin av Evropa – standa saman, nú kríggj aftur er í Evropa.
“Tryggleiki og fólkaræði eru ikki komin av sær sjálvum, og tí mugu vit styrkja sínámillum samstarvið millum Norðurlond”, sigur Jenis av Rana.
Uttanríkis- og mentamálaráðið