NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Javni 50 ár

5/10/2021

Comments

 
Picture
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, var millum gestirnar til 50 ára haldið hjá Javna, sum varð hildið í Dansifrøði leygarkvøldið.

Heilt væl av fólki var komið saman og nógv spennandi var á skránni.

Landsstýriskvinnu helst røðu og gav felagnum eitt listarverk sum gávu, nú tey hátíðarhilda gull árið.

Hon segði millum annað:

Innan tónleikaøkið hevur tað verið ein serlig uppliving at hoyra tykkum framføra. Tykkara eldhugi og gleði er so sera lívsjáttandi og altíð ein so góður førningur at fáa heim við sær. Tit eru heppin, at tit hava so góð fólk at venja tykkum og standa á odda.
Les alla røðuna her:

Røða hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu, til 50 ára hald hjá Javna 2. oktober 2021 í Dansifrøði frá kl 17 til kl 23

Í kvøld eru vit ordiliga sloppin í veitslu. Tað er deiligt. Ikki minst eftir at korona nú endiliga er við at sleppa takinum. Vit trongja veruliga til at sleppa at hugna okkum og vera saman. Og akkurát hesa veitsluna, hava vit veruliga glett okkum til. Føðingardagsveitslan hjá Javna!

Ársdagurin var í vár, 14. mai og alt hetta árið, er jú tykkara gullár. Hetta eigur og má sjálvandi hátíðarhaldast. Og at sleppa at verða partur av akkurát tykkara selskapi í kvøld, tað eru eg so sera glað fyri.

Hyggja vit okkum um, so er eisini sera nógv at fegnast um, nú vit skriva 2021.

Tá Javni varð sett á stovn í 1971, var støðan ein heilt onnur. Sum samfelag vóru vit ikki ment til at rúma øllum føroyingum. Ein syrgilig søga. Ongin okkara er stoltur av henni. Vit kunnu ikki gera hana um, men vit kunnu altíð læra av søguni.

Tíbetur funnust føroyingar, sum skiltu tørvin og høvdu dirvi at fara til verka. Tey vístu, at vit vóru ment at flyta mørk. Og tey vóru og eru treisk. So treisk at tey, enn tann dag í dag, eru grundarlagið undir eini varandi menning fyri økið “menningartarnaða”.

Og tað eru tykkum vit í dag hátíðarhalda, felagið JAVNI

Fyri meg, sum landsstýriskvinna í almanna- og javnstøðumálum, eru tit ein týðandi partur av mínum málsøki.

Almannaverkið varar av økinum í praksis og gera tey dagliga eitt gott og munadygt arbeiðið, fyri at skapa karmar og innihald. Saman við tykkum er málið, at gera hvønn dag virðismiklan og gevandi.

Og alt hetta samstarvið sprettur úr tí megnar arbeiði, sum tit eldsálir í Javna hava staðið fyri hesa hálvu øldina. Og her sleppa øll til orðanna, eisini tit í “Spyr meg”, ein undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.

Í dagsins samfelagi hava tit, líka so væl sum onnur, møguleikan at mennast og virka á dagstovnum, á skúlum og í serflokkum og víðari í serflokki á miðnámi. Vit hava fingið bæði frítíðar- og bútilboð til børn og ung við menningartarni. Og á arbeiðsmarknaðinum eru eisini tit við til at loysa uppgávuna og menna samfelagið.

Eg fegnist um at fylgja tykkum í frítíðartilboðum, har tit vísa fram tykkara kynstur.

Innan tónleikaøkið hevur tað verið ein serlig uppliving at hoyra tykkum framføra. Tykkara eldhugi og gleði er so sera lívsjáttandi og altíð ein so góður førningur at fáa heim við sær. Tit eru heppin, at tit hava so góð fólk at venja tykkum  og standa á odda.

Eisini innan ítróttarøkið sæst áhaldandi menning. Frá ÍSB, Parasport Føroyar til okkara egnu Eydnudeild, sum nú sæst blóma her í Føroyum. Eitt gevandi frítíðartilboð, bygt upp av eldsálum, og sum veruliga flyta mørk.

Í ár hava vit eisini verið vitni til, at bókaframløga varð skipað við yrkingarsavni frá kendari damu. Vónandi fara vit at síggja nógv meira frá tykkum á hesum øki.

Til tykkum í øll Javna,  hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum!

Góða veitslu víðari til tykkum øll og Gud ríku signing og enn einaferð hjartaliga til lukku við gullinum.

Takk fyri

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Almannamálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.