Handilin er umvaldir og sær knasandi gott út. Eg spurdi Alis, hvør hevði sniðgevi handilin, hon vildi illa svara, men eg fekk at vita, at tað vóru hon og Petrina, sera krevativt og ein sera flott útstilling.
Handilin lat upp við nýggja sniðnum í vikuni og har hava verið sera nógv viðskiftafólk á gátt og nú leygardagin væntar Alis uppaftur fleiri, nú langur leygardagur er og Undirsjóvartunnilin er opin nakrar tímar, har fólk kunnu koyra ókeypist.
Vit lata myndirnar tala og ynskja J.A.P. góðan byr framyvir.
SáH