NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á ráðharravitjan í Russlandi

13/9/2021

Comments

 
Picture
Jacob Vestergaard hevur í døgunum 8. – 10. september verið á ráðharravitjan í St. Pætursborg. Russiski fiskimálaráðharrin, Ilya Shestakov, hevði boðið landsstýrismanninum til fundar og at halda røðu á stóru altjóða fiskivinnuráðstevnuni, Global Fishery Forum and Seafood Expo.

Á ráðharrafundinum takkaðu ráðharrarnir báðir hvørjum øðrum fyri drúgva og góða samstarvið ímillum londini á fiskivinnuøkinum. Ymsar avbjóðingar, ið hava verið undir koronafarsóttini, vórðu umrøddar á fundinum. Hóast seinastu fiskivinnusamráðingarnar, ið vórðu hildnar á videofundi, eydnaðust væl eftir umstøðunum, vóru báðir ráðharrarnir samdir um at fara aftur til vanligu mannagongdina, at sendinevndirnar hittast á staðnum at samráðast, nú støðan við korona aftur loyvir hesum.

Álvarsomu støðurnar, tá nógv koronasmitta var umborð á russiskum skipum undir Føroyum, vórðu eisini umrøddar. Ilya Shestakov legði áherðslu á, at russiskir myndugleikar seta hørð krøv um mannagongdir at tryggja, at slíkar støður ikki skulu koma fyri, men hóast hetta er smitta tíverri komin umborð á onkur russisk skip. Jacob Vestergaard vísti á, at føroyska heilsuverkið er viðbrekið fyri slíkum støðum, men at russiskir og føroyskir myndugleikar samstarvaðu fyrimyndarliga væl, tá á stóð.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at greiða frá týdninginum av vaksandi handilssamstarvinum ímillum londini bæði. Í hesum sambandi varð tilgongdin at gera fríhandilsavtalu millum Føroyar og Euroasiatisku Búskaparsamgonguna (EaEU) umrødd.

Í sambandi við vitjanina og luttøkuna á ráðstevnuni varð landsstýrismaðurin eisini boðin at luttaka á tveimum panelfundum, har bæði stjórnar- og vinnulívsumboð løgdu fram. Á fyrra fundinum, sum hevði heitið “Impact of the Pandemic: New Challenges for the Fisheries Industry”, greiddi landsstýrismaðurin frá avbjóðingum, ið føroyska fiskivinnan hevur havt vegna korona. Serliga umrøddi landsstýrismaðurin, hvussu føroyska vinnan hevur roynt at umleggja framleiðsluna til broytta alheimsmarknaðin undir koronafarsóttini, umframt at hann vísti á týdningin við fjøltáttaðum altjóða handilssambondum.

Á seinna panelfundinum, sum hevði heitið “Aquaculture: A Driver of Global Fish Production”, greiddi Jacob Vestergaard frá um, hvussu tað í Føroyum verður arbeitt fyri at økja framleiðsluna í alivinnuni. Har aðrir røðarar vístu á stórar aliverkætlanir á landi, greiddi okkara landsstýrismaður frá, at í Føroyum verður heldur arbeitt fram ímóti at flyta alingina longur til havs. Í hesum sambandi vísti hann tó á, at eisini her eru stórar avbjóðingar, ið mugu viðgerast nærri – bæði í mun til ávirkan á fiskileiðir hjá heimaflotanum, umhvørvisárin og avbjóðingar av veðri. Henda framløgan var gjørd í samstarvi við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Vitjanin var fyrireikað í tøttum samarbeiði millum Fiskimálaráðið og Føroysku Sendistovuna í Moskva. Við í føroysku sendinevndini vóru vegna Fiskimálaráðið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Andras Kristiansen, deildarstjóri og Ólavur Dalsgarð, fulltrúi. Vegna Sendistovu Føroya í Moskva vóru Hákun J. Djurhuus, føroyskur sendimaður og Tatiana Zhigalova, skrivari.

Fiskimálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.