1. februar fór sóknarpresturin Marjun Lómaklett undir at røkja eina nýggja tænastu í fólkakirkjuni, har hon í eitt ár verður integratiónsprestur. Uppgávan hjá henni verður m.a. at gera tænastu millum teir útlendingar, sum flyta til Føroyar.
Marjun Lómaklett er eisini júst vald í integratiónsnevndina í Klaksvíkar býráð, sum framyvir verður mannað við bæði føroyingum og tilflytarum.
Integratiónspresturin hevur fyrstu mánaðirnar lýst og greina økið fyri at finna fram til, hvussu kirkjan á bestan hátt kann røkka tilflytarum, sum hava búsett seg í Føroyum. Í hesum sambandi greiddi borgarstjórin, Karl Johansen, frá, at ein arbeiðsbólkur, mannaður við tilflytarum búsitandi í Klaksvík, saman við umboðum í umsitingin, hava arbeitt við nøkrum átøkum, sum seinni í ár verða løgd fram fyri nýggju integratiónsnevndini til støðutakan.
Bæði borgarstjórin og integratiónspresturin eru samd um, at samskifti við tilflytararnar er ein forteyt fyri at finna fram til hvør tørvurin og ynskini eru. Tí mugu vit fyrst og fremst vera innbjóðandi og spyrjandi, soleiðis at vit bæði kunnað tilflytarar væl um okkara heimligu viðurskifti, men ikki minst spyrja inntil teirra bakgrund, so vit eisini betur kunnu skilja teirra tørv.
Við hesum vísir Marjun Lómaklett eisini á, at 24. mai verður enskt talandi familjugudstænasta í Christianskirkjuni, sum serliga er ætlað fólkum við útlendskum uppruna. Øll eru tó hjartaliga vælkomin.
Link to news in english: Integration vicar invites you to the first International Family Service
Klaksvíkar Kommuna