Eftir eina heldur slaka byrjan fyrst í árinum, eru hjólini aftur byrja at mæla, soleiðis at persónsskattainntøkurnar eru komnar upp á saman støði sum í fjør. Tað er serliga vøksturin í august mánað, sum hevur ávirkað gongdina rætta vegin.
Fyrr í ár varð tosað um, at inntøkurnar í Klaksvíkar kommunu vóru nakað lægri enn mett. Tí er tað gleðiligt at gongdin er vend og pílarnir aftur peika rætta vegin. Nú fýra mánaðir eru eftir av árinum, kunnu vit staðfesta, at inntøkurnar aftur eru í vøkstri, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
- Hetta er sjálvsagt gleðiligt, og vit vóna eisini at góða gongdin heldur fram. Virksemið í kommununi er støðugt og vit rokna tí við, at metingarnar fyri 2021 koma at halda, tá ið árið er liðugt, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Skattainntøkan í august var 17,7 mió., ið er 1,7 mió. hægri enn í 2020. Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fyri 2021, verður roknað við árligari skattainntøku á umleið 305 mió. kr.
Klaksvíkar Kommuna