Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini greiðir frá, at netposarnir eru keyptir til at geva øllum húsarhaldum í kommununi sum eitt umhvørvisvinarligt átak móti ovurnýtslu av plastikki.
- Býráðið samtykti fyri tíð síðan ein umhvørvis- og orkupolitikk, sum er til frama fyri umhvørvið úr nógvum ymiskum vinklum og við fleiri neyðugum atlitum. Um somu tíð gjørdu vit so eisini av, at øll húsarhald í kommununi skuldu fáa ein toyposa at brúka til eitt nú innkeyp, viðføri ella annað endamál, sigur Kristian Eli Zacharisen.
BORNIR ÚT Í SAMBAND VIÐ UMHVØRVISÁTAKIÐ
Hesa vikuna er umhvørvisátakið “Slóða fyri” á skránni, og tí sambandi eru posarnir bornir út í hvørt hús. “Slóða fyri” varpar við slagorðunum “Vit og skil” ljós á at skilja sundur og endurnýtslu av burturkasti. Skráin fyri umhvørvisátakið er fjølbroytt og forvitnislig, og hon fevnir um tiltøk alla hesa vikuna.
Til ber at lesa alla skránna fyri “Slóða fyri” her.
JáH (y) 15.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna