Kommunan hevur um vikuskiftið og í kvøld samskift við heilsufakliga myndugleikan um íkomnu koronustøðuna, og hevur borgarstjórin, Karl Johansen, saman við Eyðsteini Poulsen, formanni í trivnaðarnevndini børn og ung og kommunustjóranum, Rúna Rasmussen, tikið støðu til at takklað koronustøðuna lokalt í hvørjum tilburði sær.
Tað merkir, at har smitta er staðfest, verða neyðugu tiltøkini sett í verk í samráð við heilsufakliga myndugleikan.
Dagstovnarnir
Dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera.
Kommunala dagrøktin
Dagrøktin heldur fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó letur spælistovan aftur eina viku fram.
Frítíðarskúlin
Snjallabjalla og Garðalisa lata aftur eina viku fram. Sama støða er galdandi fyri Skákið. Hetta er fyri at umgangast, at skúlabørnini, sum eru í ymsum flokkum, ikki verða blandað saman í frítíðarskúlanum og harvið økja um útbreiðsluna av smittu.
Húsið
Húsið letur somuleiðis aftur í eina viku fram. Hetta er fyri at umgangast, at skúlabørnini, sum eru í ymsum flokkum, ikki verða blandað saman og harvið økja um útbreiðsluna av smittu.
Skúlatrøð
Skúlaleiðslan á Skúlatrøð hevur somuleiðis boða kommununi frá, at 1.-3. flokkarnir fara í skúla sum vant, meðan 4. flokkur og uppeftir fara heim og fáa fjarundirvísing.
Kommunan tekur øll neyðug atlit, og ynskir eisini at bjóða ansing í so stóran mun, tað letur seg gera í verandi umstøðum.
Klaksvíkar Kommuna