Dialysa í nærumhvørvinum hevur alt at siga fyri trygd og heilsu, og eg ynski øllum at fáa viðgerðina har sum tey eru. Um ikki heima, so á sjúkrahúsi ella heilsumiðstøð nær við teirra heim.
Eg sleppi í dialysu óansæð veður og vind. Er ikki koyrandi til Havnar, so bilar tað onki, tí at dialysan er tvey fet frá køkinum. Hinvegin, so er veruligur vandi á ferð fyri Magna, Norðleif og onnur, tá Smyril ikki siglir, ella tað ikki er koyrandi til Havnar.
Mín góða heilsa er góðu og títtu viðgerðini at takka. 100%. Hetta unni eg øllum.
Sigrið Mikkjalsdóttir Facebook 09.05.2022