Súkkluferðin til Paris byrjar frá Kráarbrekku í Klaksvík (Økið uttan fyri Sambýlið á Heygnum).
Kl. 11.00: Koma Team Rynkeby.
Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby.
Á skránni: Steinbjørn O. Jacobsen, virkandi borgarstjóri, flytir fram røðu, Karl Martin Samuelsen syngur og bjóðað verður til kaffi og lagkøku.
Børn úr Blákolluni hava listaframsýning og listasølu í Smæruni. Peningurin fer óskerdur til krabbameinsrakt børn.
Kl. 11.30: Fráferð av Kráarbrekku. Súkklað verður runt Vánna og út til Klaksvíkar Sjúkrahús, har steðgað verður á.
Kl. 11.45: Fráferð frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og súkklað verður til Norðoyatunnilin, har børn úr Mylnuhúsinum veittra farvæl!
Kelda: KK