Kendist ikki við tølini, so gjørdi mær tann ómak at hyggja inn á Vørn. Tók allar avreiðingar síðan 2008 og setti tey inn í eitt skema, soleiðis tølini eru lættari at lesa. Her er sjón fyri søgn. Avreiðingarvirði undir sitandi samgongu hevur mest sum staði í stað, og fyrstu 11 mánaðirnir í ár, í mun til 2017 er avreiðingarvirði minkað við 450 mill kr. Jú tú las rætt. 450 mill kr!!!!!
Er tað so trupult at fyrihalda seg til ein sannleika, sum i hesum førum eru tons og kr. Ella er tað so, at summi lúgva so leingi tey sjálv trúgva uppá tað? Hann sum ikki trýr hesum, er vælkomin at fara inná Vørn (www.fve.fo) og Hagtøl. Herundir er ein bjálki sum eitur Veiða sambært avreiðingarseðli. Herundir kunnu veljast tíðarskeið og nøgd ella kg.
Og tit eru vælkomin at deila hesa staðfesting.
Pól Huus Sólstein, Facebook 15-11-2018