Men sum øllum kunnugt, so vilja tey sum yvirlivdu álopið ikki gevast við at tekna Muhammed tekningar og kemur tískil tað umstrídda Charlie Hebdo blaðið út aftur í dag.
Blaðið verður prentað í 3 milliónum eintøkum og verður 8 síður. Tað verður umsett til 16 sprog og selt í 25 londum.
Forsíðan er av Muhammed, har teksturin "Tout est Pardonné" stendur skrivaður - og sum merkir: "Alt er fyrigivið". Eisini heldur Muhammed profeturin í einum skelti: "Je suis Charlie" sum merkir: "Eg eri Charlie".
Men tað er alt annað enn trygt í Fraklandi beint nú. 15.000 hermenn og politistar verja Fraklandi beint nú- tí mynduleikar í Fraklandi eru bangin fyri, at eitt annað álop er á veg.
JáH (y) 14.01.2014