NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Í 2025 skal beinleiðis CO2-útlátið hjá BankNordik vera 0

7/11/2021

Comments

 
Picture
BankNordik hevur sett sær eitt nýtt og meira framsøkið mál um minking av CO2–útláti, sum inniber, at beinleiðis útlátið í 2025 skal vera komið niður á 0.

Í 2020 fór BankNordik undir at máta orkunýtsluna og CO2–útlátið, ið stavar frá virkseminum hjá samtakinum. Í tí sambandi setti leiðslan sær sum mál at minka samlaða CO2–útlátið hjá samtakinum við 50% í 2025, og ein ítøkilig ætlan varð løgd fyri at røkka málinum. Eitt nú skulu allir bilarnar hjá samtakinum skiftast út við elbilar, og oljufýringar skulu leggjast um til grønar orkuskipanir.

Framdu tiltøkini hava gjørt mun
Tiltøkini, ið eru sett í verk, hava tó longu munað so mikið væl, at samtakið hevurendurskoðað upprunaliga málið og sett sær eitt nýtt mál. Sostatt verður nú arbeitt fram ímóti at minka samlaða CO2–útlátið við 70% og at fáa beinleiðis útlátið niður á 0 í 2025. Tað krevur, at samtakið í 2025 skal vera hildið uppat at brúka olju til at hita bygningar og brennievni til bilar.

”Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið. Tí leggja vit dent á, at okkara egna virksemi skal taka atlit til umhvørvið, og nú hava vit sett okkum eitt nýtt og meira framsøkið mál um minking av CO2–útlátinum. Tað er tó í dagliga sambandinum við okkara kundar, at vit av álvara kunnu gera mun. Okkara størsta íkast til grøna orkuskiftið er tí at gera tað bíligari – og harvið lættari – hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir, tá ið stórar fíggjarligar avgerðir í sambandi við bústað og bil skulu takast,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Hann leggur samstundis dent á, at tað hevur alstóran týdning, at SEV sum ætlað fer at veita grønari streym komandi árini, um meiri ferð av álvara skal koma á grøna orkuskiftið í Føroyum.

BankNordik

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.