“Sum in.fo skilir var fíggjarmálaráðharrin tikin í bili sínum í Vági hósdagin klokkan 11:26. Og tá hann blásti í alkoholmetrið var promillan 1,26, sum er langt oman fyri loyvda markið upp á 0,2 promillu”.
So er brennandi spurningurin, hvussu veit In.fo at promillan var 1,26 tá ið VP skrivar smb. Jørgen Niclasen, at nú verður bíða eftir blóðroyndini?
Er tað veruliga so galið, at politi hevur givið In.fo upplýsingar, sum teir ikki hava loyvið til ella hvar hevur In.fo fingið upplýsingarnar frá?
Sjálvandi vita vit at In.fo altíð hava verið og eru politiskir og hetta er ein lekkur bitið hjá teimum, at ein Fólkafloksmaður hevur “dumma” seg, men at vita klokkaslett og promilluna longu klokkan 17:43, nakrar minuttir aftaná at tað bleiv almannakunngjørt, at fíggjamálaráðharrin hevði koyr ávirkaður er illgrunavert.
SáH