Lata varisliga upp aftur
Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.
Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.
Hetta merkir í stuttum:
Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum.
Størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.
“Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Løgmansskrivstovan
Her mín hjartans meining um beistagerðina okkara mætu menn gjørdu enn einaferð á Norðoyastevnu, filmsklipp frá 3. juni.