Bert ein lítlan spurning til Karl Johansen borgmeistara, kanst tú upplýsa okkum hvat Prei kostaði Klaksvíkar Kommunu? Tann skipanin bleiv sett í gongd í 2018 og virkar Prei enn? Send svarið til [email protected]
Við appini kanst tú geva Klaksvíkar kommunu prei um kommunal viðurskifti, sum tørva ábøtur ella viðlíkahald. Innkomin prei verða skrásett í arbeiðsætlanina hjá kommununi, og tú kanst fylgja gongdini við tínum fráboðanum í appini.
Í yvirlitinum finnur tú vegleiðing og reglugerð fyri nýtslu av appini og skipanini, og Klaksvíkar kommuna heitir á allar brúkarar at fylgja hesum leiðreglum.
Við at geva okkum prei, hjálpir tú okkum við at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og betri. Takk fyri tað.
TAK APPINA NIÐUR HER
Til android
Til iPhone
Hvat er nú munurin og skulu vit blíva við at oysa pengar út í eina nýggja kanning?
Símun á Høvdanum
Býráðið hevur í kvøld samtykt at gera eina borgarakanning. Endamálið við kanningini er at vita, hvat borgarar, og onnur, halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.
Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri, og miðvísari tænastu.
Úrslitini eru serliga viðkomandi fyri býráðið og fyrisitingina, tá ið nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur skulu byggjast út.
Ætlanin er at gera kanningina við spurnarkanningum, samrøðum og borgarafundum. Býráðið játtaði einmælt 200.000kr til kanningina.
Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur týdning at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt, og onnur, við upp á ráð í arbeiðinum, sum Klaksvíkar kommuna ger, og í samband við tær framtíðarætlanir, sum býráðið hevur.
- Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit kunnu brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi. Borgarakanningar hava verið nýttar áður. Nevnast kann vakstrarkanningin í 2011 og borgarakanningar á dagstovnaøkinum og á eldraøkinum, men hetta eru longu nøkur ár síðani, sigur Karl Johansen, sum gleðir seg at fara undir tilgongdina.
Klaksvíkar Kommuna