NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvørsmansrættur er ognartøka, Aksel

18/7/2022

Comments

 
Picture
Í besta statskommunistiska stíli hóttir Javnaðarflokkurin nú við at ognartaka jørðina hjá fleiri túsund føroyingum úti um alt landið.

Um Javnaðarflokkurin fær valdið skulu øll fáa frítt at fara har tey vilja, og tá tey vilja, uttan at spyrja nakran eftir. Øll skulu ókeypis og óskipað sleppa at kleyra hagarnar niður, uttan fyrilit fyri vøkstri, fuglalívi og landbúnaði.

Í fyrsta umfarið "bara" føroyingar, danir og grønlendingar. Men vita bara, seinni koma øll heimsins ferðafólk. Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.

Tey sum eiga, og hava jørðina sum sín vinnuveg, sleppa ikki longur at dríva landbúnað í frið, sigur Aksel. Føroyska jørðin skal ikki brúkast til matframleiðslu at breyðføða Føroya fólki. Nei, sambært Akseli, skal jørðin frameftir verða eitt stórt óregulerað spælipláss.

Hetta minnir ikki sørt um utopisku dreymarnar hjá Stalin og Mao. Teir gomlu kommunistarnir ímyndaðu sær eisini, at ognartøka og statsstýring vóru lykilin til paradis á jørð. Hvør var avleiðingin? Oyðilagdur landbúnaður, hungursneyð og borgarakríggj.

Heimssøgan er full av ræðudømum frá miseydnaðum londum, sum avtaka ognarrættin, og kúga tað vinnuliga frælsið.

Júst tí eru hesi bæði hugtøkini eisini grundarsteinar í øllum vesturlendskum rættarsamfeløgum. Og júst tí eru hesi hugtøk eisini tryggjaði væl við lóg hjá okkum.

Er Aksel Johannesen ikki løgfrøðingur? Veit hann ikki at hvørsmansrættur er ognartøka? Og at hansara ábyrgdarleysa uppskot fer at skapa ógvusligt klandur og stríð, ikki bara í rættarskipanini, men millum fólk úti um alt landið?

Nei, populistar leggja einki í avleiðingarnar av sínum egnu uppskotum. Ein veðurhani velir ikki politikk eftir hvat er semjusøkjandi og skilagott fyri fólk flest. Í staðin fyri at fáa eitt skilagott samskifti í lag við tey sum varða av jørðini, so stýrir Aksel bara blint eftir hvønn veg vindurin blæsir, í vónini um at skora sær nøkur bílig poeng.

Skal nøkur semja fáast í lag, um hvør kann ganga hvar og nær í haganum, so er fyrsta treytin sjálvandi, at lógarfesti ognar- og ræðisrætturin verður virdur.

Tí vil verðandi samgonga sjálvandi heldur samskifta og samstarva við festarar og ognarfólk, fyri at finna tað bestu felags loysnina, fyri okkum øll.
Men javnaðarflokkurin hevur aðrar planir, um tey koma til valdið.

Sterkasta drívmegin hjá sosialistunum er enn sum áður øvundsjúkan. Hendan óhugnaliga havisjúkan sum øsir fólk upp ímóti hvørjum øðrum, og gevur teimum kensluna av, at tey hava rætt til ókeypis at taka alt frá øðrum, eisini tað sum tey ikki eiga.

Eg skal garantera Javnaðarflokkinum, at tað fer ikki at eydnast tykkum at grava hesa djúpu gjónna millum føroyingar.

Tykkara vanvirðing fyri privata ognarrættinum og vinnuliga frælsinum hjá landbúnaðinum, hjá fleiri túsund føroyingum úti um alt landið, hon fer ongantíð at bera á mál.

Javnaðarflokkurin kann fara onkra aðrastaðni við sínari sosialistisku kollvelting.

Tit sleppa ikki at skapa kaos her heima í Føroyum.

Jacob Vestergaard

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.