Haldi tað er sera løgi, at Garðavegurin ikki verður gjørdir liðugur.
Minnist, tá ið eg var tannáringur, tá doyði ein danskari í ferðsluvanlukku, júst á tí staðnum, har ringast er at koyra á ídag og sum er sera vandamikil farleið.
Hendingin var niðanfyri hjá Dia í Kunoy, har stóð ein lyktapeli, sum stóð sera illa fyri og tað vildi so illa til, at ein bilur, fullir av ungum fólkum rendi á pelan og sum sagt, doyði ein ungur drongur í tí ferðsluóhappinum, var sjálvir ein at fyrstu bilinum á staðnum tað náttina og tá vóru longu teir fyrstu skaddu koyrdir við sjúkrabilinum á Klaksvíkar Sjúkrahús, men tveir lógu enn á vegnum og bíðaðu eftir sjúkrabilinum. Nú er tann pelin burtur, men nú kann, um illa vil til, ein bilur koma tvørtur fyri, tí har er kantur á og grús, mitt á vegnum og so kann bilurin renna frontalt saman við ein mótkoyrandi bil og so vita vit, hvørjar fylgur tað kann fáa.
Forstandi ikki, at Klaksvíkar Kommuna grevur góðar gongubreytir upp mitt í býnum, leggja flisar á og so kunnu gomlu vegirnir standi ógjørdir í áravís. Kanksa onkur í fyrisitingini kann forklára okkum borgarnum, hví so er?
SáH