Hendan var í Norðlýsinum ígjár og í mínum eygum sær hon ræðulig út. Nakrar lítlar myndir ovast og so hvít niðast. Akkurát tað sama at koyrt 7.000,00 kr. inná konto hjá Norðlýsinum beinanvegin uttan lýsing og so kundi Norðlýsið brúkt síðuna til okkurt annað áhugavert, eitt nú um skúlabyggingina ella miðbýin í Klaksvík.
Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt? Hví lýsir Jógvan Skorheim við hesari lýsing? og hví verður bara lýst í Norðlýsinum?
Er tað veruliga so gali, at Jógvan Skorheim kann bara flyta pengar frá Klaksvíkar Kommunu og til einstakar familjufyritøkur í býnum?
Mær vitandi er tað ikki loyvt, men hevur Jógvan Skorhiem so stóra makt nú, at hann kann gera tað akkurát tað honum lystir?
Um tað ikki er Jógvan Skorheim, sum setir hesar lýsingar í Norðlýsið, hvør hevur so ábyrgdina av hesum óskilinum, tí hetta ferð at kosta skattgjaldarnum í Klaksvík yvir 350.000,00 kr. um árið.
Hasir pengarnir høvdu verið betur brúktir onkra aðrastaðni í býnum, eitt nú til eini felagshølir til Ægir, sum enn húsast í einum kustaskapið í Svimjihøllini í Klaksvík.
SáH