NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvat merkir orðið "Snýt" ?!?

6/10/2015

Comments

 
PictureBróður Jørgen, Edward Niclasen og Jørgen sjálvur.
Í dag skuldi so Jørgen Niclasen vitna sjálvur og bleiv hann tráðspurdir av tí danska Ole Liedke, sum er sakførari hjá KVF og sakføraranum hjá Svein Tróndarsyni, Bjørn av Heygum.

Men fyrst bleiv Liljan Weihe spurd av hennara sakførara um ymisk, sum hevði við tíðarskeiði har tær ymisku sendingarnir blivu sendar. Liljan vildi vera við til - at hon ikki hevði ábyrgd av øllum sendingunum og at hon kundi ikki standa fyri svart, tá ið Høgni Mohr spurdi teir ymisku politikarnir, um teir góðtóku at Jørgen hevði snýtt. Síðan bleiv Liljan spurd av sakføraranum hjá Jørgen, Christian F. Andreasen - har hann spurdi hana hvør so átti ábyrgdina av sendingunum. Tað førdi so til eina lítla diskutión ímillum Liljan og Christian.

Eftir tað hevði so sakførarin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen orðið - har hann greiddi um frágreiðingina hjá Jørgen Niclasen sjálvum. Hann greiddi frá um fyritøkuna N. Niclasen og hvussu fyritøkan tá bleiv rikin og at Jørgen Niclasen ikki vildi svara spurningum frá Portalinum ella KVF - tí hann varð ikki heilt vísur í sínari søk.

Bjørn av Heygum átti síðan tørn at spyrja Jørgen Niclasen nakrar spurningar - og ímillum annað kom framm, at persónliga so hevur Jørgen mist rættiliga nógv av hesari orrustu. Jørgen nevndi at familjan hjá honum hevur sviði nógv og eisini hansara politiska karriera hevur fingið dyggan smeit av hesum.
  Bjørn royndi eisini at koma inn á - um Jørgen visti av hesum tollavgreiðingum í 1989 um tað mundi, men tað vildi Jørgen ikki vera við til. Um tað mundi varð Jørgen bert 20 ára gamal - har hann skuldi taka sær av fyritøkuni hjá pápa sínum. Og um tað skal so eisini sigast, at tað varð fíggjarkreppa í Føroyum tá - sum eisini bleiv greitt frá av Jørgen sjálvum - har Jørgen sjálvur bleiv settur í starv fyri at venda skútuni hjá N. Niclasen.
  Bæði sakførarnir Ole Liedke og Bjørn av Heygum royndu við hvør á sínum máta, at fáa Jørgen Niclasen at siga okkurt um ótollaðar vørir, men Jørgen segði seg ikki minnast so langt aftur - og at hann helt seg ikki hava gjørt nakað skeivt um tað mundi. Og eisini bleiv práta um tær ringu tíðarnar, sum gjørdu tað - at øll familjan hjá Jørgen arbeiddi í fyritøkuni fyri ongan pening - fyri at hava fyritøkuna koyrandi.

Ole Liedke átti so at hava framløgu og hann legði hart út. Hann vildi vera við, at Jørgen Niclasen kendi til Tollin og at Jørgen eisini kendi til, at hann ongan Tollkreditt hevði. Síðan nevndi Ole eina rúgvu av líknandi málum - har fjølmiðlar høvdu vunnið sakirnar. Ole vildi eisini vera við til, at KVF ikki hevði gjørt nakað skeivt og at tey í Kringvarpinum høvdu arbeitt eftir bestu sannføring, tá ið Jørgen Niclasen ikki vildi svara teimum um Tollmálið. Eisini bleiv lagdur dentur á orðið "snýt" frá hansara síðu og at tað orðið kundi merkja so nógv og at tað varð ikki straffbart at snýta ... Ole Liedke tosaði eisini um, at ein politikari kann fáa eina harðari viðferð av fjølmiðlum enn vanlig fólk - og í talufræslinum so kann ein fjølmiðul eisini loyva sær at provokera og yvirdríva - ífylgi Menniskjarættdómstólinum.

PictureJan, Liljan, Sveinur og Dia
Ole Liedke hevði ein sera langa framløgu, sum ikki endaði fyrr enn kl. 15.10 og tá hevði hann eisini tosað í góðar 3 tímar út í eitt. 
  Bjørn av Heygum átti síðsta orðið í rættinum í dag og greiddi hann nøkurlunda tað sama, sum Ole Liedke - har eisini hann tók saman-um um orðið "snýt" sum jú bleiv brúkt fleiri ferðir í sendingunum um Jørgen Niclasen - og Bjørn greiddi eisini frá ymiskum líknandi málum - har danskir fjølmiðlar høvdu vunnið, sjálvt um tað kundi tykjast politiskt ókorrekt. Bjørn førdi eisini tað framm, at Sveinur ikki hevði forbrotið seg inn á lógina, tá ið hann skrivaði yvirskriftina í Portalinum tann 19. desember 2013, at Jørgen hevði snýtt fyri 600.000,00 kr.
  Hvat liggur í orðingin "snýt" kann vera ein sera viktigur partur av rættargongdini og eisini kann havast í huga - at um Jørgen Niclasen vinnur sakina enn eina ferð - hvat fyri avleiðing fær tað so fyri leiðsluna hjá KVF ..? Og fara fjølmiðlafólk at tora slíka herferð aftur ímóti okkara politikarum. Hinvegin - um KVF vinnur, merkir tað so, at tað er íordan at skriva yvirskrifir sosum: "Snýtti fyri 600.000,00 kr" og blíva við og við, at senda sendingar um tað ..? Hetta er sostatt ein sak, sum kanska er sakin, ið er mest týdningarmikil fyri Føroya land og tað danska kongaríki.

  Annars - framløgan hjá Bjørn av Heygum endaði ikki fyrr enn kl. 16.30 og tá vóru vit eisini troytt av at sita í Rættarsalinum og lurta. Ímorgin eigur so sakførarin hjá Jørgen Niclasen tørn við sínari framløgu og roknast kann við, at rættarsakin verður liðug ímorgin á døgurðatíð. Vit á Norðoya Portali fara eisini okkara leið til Havnar ímorgin fyri at frætta meira um málið ... 

​JáH (y) 06.10.2015

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.