Mikumorgunin kl.10.00 verður morgunsangur. Hanus á Gørðum prestur hevur eina andakt, vit syngja nakrar sálmar, høvið verður eisini at tendra eitt ljós og njóta kvirruna eftir løtuna. Síðani verður ein drekkamuður í kirkjukjallaranum.
Fríggjadagin kl.10.00 er vøggusangur, har mammur og pápar at børnum frá 0 til 12 mánaðar koma saman. Jóhanna Johannessen urguleikari leiðir løtuna. Aftaná er morgunmatur í kirkjukjallaranum.
Fyrsta sunnudag í advent er familjugudstænasta kl. 11.00. Øssur Kjølbro prædikar, talvan gongur fyri sjómanskirkjuna. Kl. 20.00 verður adventskonsert við kirkjukórinum.
Christianskirkjan