Universiteti í Portsmouth hevur spurt yvir 1.000 fólk við tatovering yvir hvat fyri tatovering tey angra mest, skrivar Independent.
Tey flestu angra, at tey hava tatovera navni á sínum maka á seg - tí sum øllum kunnugt, so endar tað mangan við, at forholdi ikki heldur.
Men ein tatovering - hon er "forever", dude.
31 prosent av monnum og 24 prosent av kvinnum angraðu tað - at tey høvdu fingið sær eina tatovering av sínum fyrrverandi makanum.
Eisini vísti kanningin, at jú skjótari ein vildi hava eina tatovering - jú skjótari bleiv tú troyttur av tatoveringin. So skalt tú tatoverast - lat so vera við at tatovera navni á tínum maka á teg og tak tær annars góða tíð at velja tær tað, sum tú vilt hava tatovera á teg.
JáH (y) 14.09.2018