Ægir hevur luttikið í "Reykjavík Internations Games 2016" seinasta vikuskiftið og har gjørdi SuSvim í Vági eitt ordans hál, har tey settu 27 met í langgeil og har Ægir setti 2 met, so nú er sjón fyri søgn, at skal Ægir gera seg galdandi í framtíðini, so má fáast ein 50 metur hylur skjótast gjørligt.
Hetta skrivar formaðurin í SSF á heimasíðuni www.svimjing.com
Nú renna suðuroyingar frá restini, vegna Pálshøll
Nú januar er um at vera liðin, kunnu vit staðfesta at tað til nú í ár eru sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, harav suðuroyar eiga øll uttan tvey. Stóri spurningurin er, um vit ikki longu nú síggja effektina av nýggju Pálshøll, og kunnu vænta at tey renna enn meira frá restini, tess longur vit koma út á árið.......Les alla greinina her: "Nú renna suðuroyingar fra´restini, vegna Pálshøll"
Ægir hevur verið og er stoltleikin innan føroyska svimjing, men skulu vit gera okkum galdandi, so krevst at vit fáa somu sømdir sum hini svimjifeløgini í Føroyum. Pálshøll er komin og Havnin er komin langt við teirra ætlanum, at gera ein 50 metur hyl í Tórshavn og nú er mín spurningur, hvat æltar Klaksvíkar Kommuna við svimjing í Klaksvík?
SáH