NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvar eru tankarnir tá tú koyrir bil?

1/5/2019

Comments

 
Billede
​Komandi tríggjar vikurnar heita vit á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil. Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum. 

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

Tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
Tú innstillar útvarp ella tónleik
Tú tekur okkurt upp av gólvinum
Tú etur, drekkur ella roykir
Tínir tankar eru aðrastaðni
 
Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum. 
Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, "5 sekund = 111 metrar við 80 km/t". 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni. 

Kommunurnar taka undir við átakinum
Í nøkur ár, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd boðið kommununum at luttaka í átøkum, hetta fyri at geva átakinum størri slagmátt. Heili 15 kommunur hava hesa ferð valt at luttaka í átakinum. Hesar eru: Eystur kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Kvívíkar kommuna, Nes Kommuna, Runavíkar kommuna, Sands kommuna, Sumbiar kommuna, Sørvágs kommuna, Tórshavnar kommuna, Vága kommuna, Vágs kommuna, Vestmanna kommuna og Viðareiðis kommuna.

- Kommunurnar eru vegmyndugleiki á stórum parti av landsins vegateinum og teirri ferðslu, ið ferðast har. Eisini hava kommunurnar serligan kunnleika til egin lokaløki og borgarar og á henda hátt kann boðskapurin frá átakinum koma út, júst har hann ger mun.Tí eru vit sera takksom fyri, at so nógvar kommunur taka undir við átakinum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.  

Eisini politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er og fara tey at býta út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bilførararnar, sum verða steðgaðir. Sleikisneisirnar eru eisini partur av tilfarinum, sum kommunurnar fara at býta út á relevantum støðum, saman við boðskapinum um at ringja, ella sms’a áðrenn tey setast við róðrið. Og soleiðis hugsavna seg um at koyra bil, tá tey koyra bil.

Føroyingar um gáloysni
Í Gallup-kanning fyri RFF sæst, at 85% av føroyingum meta at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum. 

Men bert 57% siga seg ongantíð tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Heili 17% siga seg tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálvi koyra bil, 2-4 ferðir um vikuna, ella dagliga!

Vit vita sostatt at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá vit koyra bil. 

- Málið er, at tað skal gerast ein sjálvfylgja at lata telefonina liggja, tá vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálvsagt sum tann hugburðsbroytingin, sum er farin fram við rúsdrekkakoyring. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni og at vit koyra bil, tá vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvarsligum avleiðingum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss víðari.  

 

Góð ráð
- Hevur tú eina snildfon? Visti tú at flestu snilfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir bil?

- Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, útvarpinum el.l. fyri hann. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra bil, tá hann koyrir bil.

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.