Kanska Klaksvíkar Kommuna kemur við einari kunning til borgarnar í Klaksvík og hví ein fyritøka kann byggja heilt út til ein almennan veg og hvat gongur fyri seg á kajøkinum og hvat er framtíðaræltanin á hasum økinum.
Skal eg gita, so rokni eg við at tað verður gjørt líka sum í eystursíðuni á Klaksvík, men eg eri ikki sikkur hvat hendir har, men trygt er tað als ikki nú, vit hava nógv fólk sum ganga júst har og ferðslan er stór, tí Rúsan og Røktarheimin Vágin eru grannar.
Løgið sær tað út á vestur síðuni, men sær gott út á eystur síðuni.