Øll fólk hava eina góða søgu og ikki bara politikarar og fólk, tú dagliga hoyrir og sært í fjølmiðlunum. Og eg merki so væl, at fólk bera heimplássið í hjartanum. Tað sigur Tórður Mikkelsen, sum síðani á heysti 2013 hevur gjørt sendingina "Við Tórði á túri", ið verður send í Útvarpinum hvønn mánadag kl. 17.05.
Á hugnaløtuni í Christianskirkjuni í morgin, fríggjadagin 5. januar, kl. 15 fer Tórður at greiða frá sendingini og hvørjir tankar liggja aftanfyri væl umtóktu útvarpssendingina.
Landið er lítið, men ein av mínum fremstu visiónum við sendingini er at vísa hvussu fjølbroytt tað hóast alt er. Í hvørjum króki liggja søgur og bíða og tær royni eg at fanga, sigur Tórður Mikkelsen.
Stutt andakt verður v/Marjun Lòmaklett, og ein gòður drekkamunnur verður eisini at fáa .
Øll hjartaliga vælkomin!