Hann byrjaði varðisliga við hugleiðingum um skúlatíðina og tíðina undan læknastríðum. Eisini um, at klaksvíkingar og norðoyingar annars høvdu havt eitt líðandi læknaskifti, sum hevði skapað óró og ótta árini frammanundan, Halvorsen kom.
Halvorsen var virkin og dugnaligur lækni, men samstundis sum stríðið tók seg upp um hansara vantandi limaskap í Læknafelagnum, skerdi tað hansara virkismøguleikar í longdini.
Embætisverkið og rættarskipanin annars kring støðuna, sum tók seg upp um Halvorsen, metti Arnstein ikki at virka til fullnar. Hann nevnd dømi um “óskildugar” persónar, sum hann metti stóðu á skeiva stað í skeivum tíma, ið so fekk ógrundaðar fylgir fyri teir.
Les meira HER
JáH (y) 21.02.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna