NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Áhugaverdur Pallborðsfundur hjá Bláakrossi

16/3/2014

Comments

 
PictureMynd: Pál Weihe, Annbjørg á Høvdanum og Birni Hansen
Eftir at Peter Chodqiuk hevði greitt okkum frá um lívið hjá sær - varð tað tíð til Pallborðsfundin, har ”Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum” varð viðgjørt.

Ingolf S. Olsen stýrdi fundinum, og alt í alt so gekk fundurin væl fyri seg. Tann Fyrsti at tosað um "skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum" varð Pál Weihe og greiddi hann frá, at føroyingar drekka umleið 6,7 litrar av reinum alkoholið um ár, men at hetta talið tó skuldi takast í fyrivarni. M.a. hava 25% av øllum føroyingum svara, at tey eru totalt avhaldandi.
  Pál Weihe legði dent á, at tey frá Fólkaheilsuráðnum ikki bert fóru at hjálpa alkoholikaranum, men í ár eisini hava sett sum mál, at røkka tí meira ósjónliga stór forbrúkaranum av rúsdrekka.

  Annika Olsen tosaði eftir Pál og hon legði dent á, at brúka tíð & orku til tey yngru, so at tey ikki endaðu í einari misnýtslu av alkoholi. Hon brúkti sjálv eitt dømið um, at tá hon svam í meistaradeildini, so slapp hon ikki at smakka sær á, og hettar viðførdi, at hon var yvir 20 ára gomul, áðrenn hon fyrstu ferð smakkaði alkohol.  Tískil so kravdist ein hugburðsbroyting innan rúsdrekka av teim yngru. Hon metti, at ítróttur kundi verða ein umráðandi faktorur, til at halda børn burtur frá alkoholi.

So varð tað túrurin hjá Annbjørg á Høvdanum, sum fortaldi okkum at drekkur tú ov ofta rúsdrekka og í ov stórum nøgdum, so viðførir rúsdrekka nógvar neiligar fylgjur fyri sálarligu heilsuna hjá fólki, m.a. økti tað munandi um lýkindini fyri tunglyndi, ymiskar formar av ótta, og aðrar meira ógvusligar sálarligar líðingar so sum psykosur og skizofreni. Hon fortaldi okkum eisini, at hagtalssliga, so eru lýkindini fyri at ein misbrúkari ger sjálvmorð millum 5 til 20 ferðir stórri, enn hjá ikki misbrúkarum. Eisini vísti hon á at misnýstla yvir longri tíð, skaðar heilan, og viðførir m.a. verri minni.  Eisini greiddi hon frá eini nýggjari kanning úr DK. ið vísti, at umleið 50 % av teimum sum fáa eina "hash-psykosur" hava eina diagnosu við skizofreni eitt ár seinni, og at man tí er við at flyta seg frá, at hash bara útloysir skizofreni hjá fólki sum frammanundan eru disponeraði fyri sálarsjúkuni, og til, at hash førir til skizofren, í hesum sambandi vísti hon eisini vísti á, at kanningar úr Englandi vátta hettar, við at vísa, at í økjum har nógv hash verður brúkt, eru eisini fleiri tilfeldi við skizofreni, enn aðrastaðnis. 

Birni Hansen (læknin hjá Bláakrossi) fortaldi ymisk fakta um rúsdrekka, og tey yngru (ímillum 18 - 20 ár) vóru tey sum oftast endaði á skaðastovuni, eftir eitt vilt leygarkvøld. Eisini fortaldi Birni um vandin við at spýggja blóð, orsaka av rúsdrekka, og at tann vandin kundi vera, at ein doyði av tí. Hann segði eisini, at hann visti ikki um nakað tilfeldi við vold sakum leygarkvøld, har rúsdrekka ella evnir ikki vóru íblandaði. 

  Stórur áhugi var, og nógvir spurningar komu úr  salinum til paneli. Limirnir í paneli kláraðu sera væl at svara spurningunum, bæði fyri sítt serøkið, og eisini kláraðu tey sera væl at supplera hjá hvørjum øðrum. Og fjøldin av teimum, sum møtti upp til tað stóra tiltakið hjá Bláakrossi vóru sera væl nøgd við tiltakið.

Sí myndarøð niðanfyri: 

JáH (y) 16/03-14


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.