Tað er við sorgblíðni, eyðmjúkleika og takksemi og alt har imillum, at eg takki fyri meg á Vaglinum á minum síðsta arbeiðsdegi, áðrenn farið verður i jólafrí.
Eg eri takksom og glað fyri alt tað, vit fingu igjøgnum hesi árini. Sera takksom eri eg fyri øll tey megnar stavfólkini i Tórshavnar kommunu, sum dagliga gera eitt megnararbeiði fyri, at vit kunnu hava heimsins besta høvuðsstað.
Tað er við sorgblídni eg sigi farvæl við tey deiligu menniskjuni á Vaglinum, sum mær untist at arbeiða so tætt saman við.
Takk fyri tykkara vala arbeiði hvønn dag. I dag var min síðsti dagur á Vaglinum, og eg haldi at okkara høvuðsstaður er i dag enn sterkari, ríkari og meiri spennandi enn nakrantið.
Ein høvuðsstaður, ið er skuldarfríur og við nógvum nýggjum nýbyggingum, ið peika inn i framtiðina.
Eg ynski nýggja býráðnum bestu eydnu og blíðan byr i arbeiðinum. Takk fyri meg og takk fyri hesa ferð
Annika Olsen