Kannað verður ikki við dyrnar, men starvsfólk kunnu gott biðja teg um at vísa koronupass.
☎️ Um tú ætlar at vitja ein sjúkling, er í løtuni neyðugt at gera avtalu við deildina frammanundan. Ring 45 45 45 og bið um seingjardeildina.
🏥 Sjúklingar, sum koma á sjúkrahúsið til viðgerð, venjing ella annað fleiri ferðir um vikuna, skulu lata seg kanna fyri COVID-19 eina ferð um vikuna, og annars vera varðin úti í samfelagnum.
↔️ Mint verður á, at halda tilmælini um frástøðu og reinføri.
Sí neyvari útgreining av, hvat eitt koronapass er niðanfyri her:
"Greining Korona"
Klaksvíkar Sjúkrahús