Klaksvíkar Kommunu hevur í vikuni havt ein eykabýráðsfund fyri at seta Tummas T. Eliasen í starv tey næstu 5. árini. Hví eykabýráðsfund?
Eisini tykist tað løgið, at tey í tíðindaskrivinum skrivað, at lýst verður eftir nýggjum kommunustjóra februar 2021. Annars plagar Kommuna lýsa dúgliga við heilsíðu lýsingum í Norðlýsinum, men hesa havi eg ikki sæð, har teir skulu hava lýst eftir nýggjum Kommunustjóra.
Vit ynskja Tummas T. Eliasen tillukku við starvinum og vit vóna at hann nú fær skil á óskilinum við hvussu Klaksvíkar Kommuna lýsir á einari familjufyritøku fyri fleiri 100túsund tals krónum um árið.
Hetta stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
KOMMUNUSTJÓRIN HELDUR FRAM
Á eykabýráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at leingja starvssáttmálan við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra.
Leingingin ber við sær, at kommunustjórin heldur fram til 30. juni 2021, og at søkt verður eftir nýggjum kommunustjóra í februar 2021.
Tummas T. Eliasen hevur verið kommunustjóri seinastu 5 árini.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH