Bøkurnar, sum eru tvær í talið - pluss ein Grundbók komu út hósdagin og hevur Pól Jespersen verið ritstjóri fyri bøkurnar.
Jógvan á Høvdanum hevur staðið aftanfyri tekningunum í bókunum og Pól Jespersen hevur teknað talvborð og talvfólk.
Bøkurnar komu út ígjár - og longu nú - er stórur eftirspurningur eftir bókunum, sum Helgi Dam Ziska hevur staðið aftanfyri. Hetta eru lærubøkur - men kunna saktans eisini vera brúktar av kønum telvararum, sum Helgi málber seg undir bóka útgávuni hósdagin. Helgi tosaði eisini um hvussu nógv tað hevði at týða, at tað verður tikið hædd fyri talvi í Føroyum og takkaði hann eisini Nám fyri møguleikan hann hevur fingið frá teimum.
Til stuttleikar kann nevnast, at undirritaði og Finnbjørg Vang fyri nøkrum árum síðani einaferð tosaðu um, at tað hevði verið stuttligt, at givið slíkar bøkur út - sum nú er komið út. Nakað tíð eftir samrøðu við Finnbjørn - so skrivaði Helgi D. Ziska til undirritaða og spurdi um eg hevði áhuga, at gera tekningar til talvbókinum hjá sær - og tað segði eg sjálvandi beinavegin ja til.
Talvbøkurnar eru ætlaðar til skúlabrúks - men eftispurningurin er stórur eftir teimum, so tað er heilt víst, at hesar bøkur einaferð í framtíðini - eisini vera seldur í ymiskum bókabúðum kring landið.
JáH (y) 18.05.2018