Nú hiking.fo fer í umferð á alnetinum, er tað almannakunngeringin av fleiri ára arbeiði við at savna saman nærum allar hugsandi túrar í føroysku náttúruni.
Her eru kort, veðurupplýsingar, gps-data, myndir og aðrir brellbitar.
Allir túrar eru royndir og síðan skipaðir eftir torleikastigi. Tú kanst eisini bíleggja ein ferðaleiðara á síðuni.
Hiking.fo verður stutt sagt: Your guide to the outdoors in the Faroe Islands. Heimasíðan, ið eins væl er egnað til føroyingar sum útlendsk ferðafólk, er á føroyskum og enskum máli.
Á móttøkuni leggur Jonhard Larsen fyri, síðan spælir Rani Nolsøe nøkur løg, áðrenn Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands tendrar heimasíðuna. Síðan verður heimasíðan víst fram, og stigtakarin Pól Sundskarð greiðir frá tilgongdini. Eisini hugleiða Hedvig Matras og Árni Jacobsen um fjallatúrar.
Hiking.fo er ment av Pól Sundskarð saman við Faroe Media.