Heldur tú at paneli hevur svarað tær heilt erligt uppá spurningarnir, sum tú spurdu um menningarkvoturnar ?
- Nei, tað veit eg ikki. Eg haldi, at fundurin varð fínur og politikarar duga altíð væl, at skáka sær undan. Man fær ongantíð nakað ordiligt svar. Men eg haldi, at tað varð ein góður fundir fyri tað.
Hvønn veg heldur tú hetta kjakið hevur førka seg til - er tað jaligt ella neiligt ..?
- Tað er ræðuligt, tað sum er hent. Sum eg segði, so hava Norðoyggjar mist 200 - 300 milliónir við uppisøluni og menningarkvotum. Sjálvandi vit kunna royna at keypa eitt sindur aftur av hesum, men hetta er so tað, sum teir hava tikið frá okkum. Tað hava vit so ikki nú og sum sagt, so kunna vit royna at keypa eitt sindur aftur av hesum, men tað er so tað, sum er mest vandamikið fyri okkum.
Hvussu sært tú framtíðina fyri tær?
Nei, eg síggi svart uppá framtíðina - um hetta heldur áfram !!!
JáH (y) 16.08.2018