var nær við at druknað. Lukkutíð fingu lærarnir hann upp til tíðina og hann var fluttir á Klaksvíkar Sjúkrahús í skundi og tað eydnaðist at bjarga honum.
Hann hevði svølgt nakað av vatnið og hann var meira ella minni uttan vit, men lærarnir handlaði skjótt og fingu hann
upp á kantin og boðaðu sjúkrahúsinum frá og ein sjúkrabilur var skjótt á staðnum.
Hann var komin norður til Klaksvíkar at svimja við Skúlanum í Giljanesi, tað vóru umleið 50 børn og tríggir lærarar og er vanlig mannagongd tann, at ítróttarlærarnir heilsa uppá leiðaran í høllini og so gevur leiðarin teimum ábyrgdina av svimjitímanum. Hvat er hent er ilt at meta um, men sambært Kringvarpinum, so hevði skúlastjórin ábyrgdina av tí síðuni, har drongurin var við at druknað og hann leyp í hylin og fekk bjarga dronginum.
Hetta má vera fyrstu ferð, at so álvarslig hending er hend við børnum í Klaksvíkar Svimjihøll, har vaksin fólk hava verið inni í høllini og ein drongur var nær við at druknað.
Lukkutíð fyri allar partar druknaði hann ikki og hevur hann tað gott ídag.
Hoyr samrøðuna við mammu hannis her: Mundi druknað í svimjihøllini
SáH