Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin.
Í Christianskirkjuni prædikar Marjun Lómaklett prestur, og talvan gongur fyri útimissión. Eftir gudstænastuna verður boðið til kaffi í kirkjukjallaranum, har greitt verður frá um útimissiónsarbeiði.
Heimi í Kunoy verður tað Hanus á Gørðum prestur, ið prædikar. Eftir gudstænastuna verður boðið niðan í bygdarhúsið, har Torleif Johannesen sjómanstrúboðari kemur at greiða frá og vísa myndir frá túri, hann var við Heyki og Falki undir Føroyum. Har verður eisini ein góður drekkamuður at fáa.
Í Mikladals kirkju verður lestur lisin.